Súni á eykaliðnum

Súni Olsen er ikki millum teir nítjan, sum hava fingið boð at fyrireika seg til týdningarmiklu jysku uppgerðina, tá ið AaB í morgin fer at fáa vitjan av AGF. Hvørki av stóru og siðvandu feløgunum hevur higartil megnað at vunnið í nýggju landskappingini.

Súni hevur ikki fingið so nógva dystarvenjing, og í hesum vikuskiftinum er hann á næstbesta AaB liðnum. Teir spældu í dag í 2. división vestur í Varde, og teir vunnu 4-0. Øll málini vórðu skorað síðsta hálva timan.

Súni Olsen skoraði til 3-0. Ein annar ungur maður, sum hevur spælt nógv í superliguni, og sum í ár hevur havt ilt at vinna pláss á besta liðnum, Simon Bræmer, skoraði tvey mál.

Superligu liðið hjá AaB hevur ikki vunnið í fýra landskappingardystum. Málmunurin er -6. Venjarin, Erik Hamrén, sigur seg vera misnøgdan við, at tað ikki hevur eydnast at fingið meiri burtur úr málmøguleikunum, og hann er eisini misnøgdur við, at tað eru farin so nógv mál ígjøgnum.

- Vit skulu vera skarpari í báðum endum, sigur svenski venjarin. Fyri fyrstu ferð í fleiri umfør eru Jón Rói Jacobsen og allir hinir, sum hann kappast um pláss í miðverjuni við, tøkir í senn. Higartil hava teir skiftst um at verið skaddir.