Víkingur og Súni Olsen skrivaðu leygardagin undir eitt ára samstarvsavtalu. Tað hevur leingi ligið á ljóði, og leygardagin varð tað staðfest. Stutt undan dystinum í Sarpugerði millum Víking og KÍ er tað á samkomu í ítróttarhúsinum í Leirvík vorðið alment, at Súni Olsen fer at spæla við Víkingi.
Sáttmálin er galdandi fyri næsta kappingarár.










