Í morgin fer Esbjerg at vitja í Aalborg. Hjá Esbjerg er støðan einki serlig. Tað hevur hilnast illa í vár, og Esbjerg venjarin, Troels Bech, hevur verið í tungum sjógvi.
Í Aalborg er lagið munandi betri. AaB hevur framvegis møguleika at vinna heiðursmerkir. Um møguleikin skal verða varðveittur, so er alneyðugt, at øll stigini verða vunnin í morgin.
Tað er longu greitt, at føroyski landsliðsspælarin, Súni Olsen, ikki verður á vøllinum í morgin.
Tvær vikur undan vitjanini av italsku heimsmeistarunum er Súni Olsen framvegis skaddur. Hann hevur tvær tær seinastu vikurnar verið plágaður av vøddaskaða, og skaðin plagar framvegis. Tískil verður Súni Olsen neyvan í fullari dystarvenjing, tá ið hann fer at koma heim til landsdystirnar ímóti Italia og Skotlandi.
Fleiri aðrir lyklaspælarar hjá AaB eru skaddir. Hin føroyski landsliðsspælarin í AaB, Jón Rói Jacobsen, er av svenska AaB venjaranum, Erik Hamrén, boðsendur saman við sekstan øðrum spælarum at manna AaB hópin í morgin.