Súni dagsins maður í Hollandi

Fyri fyrstu ferð slapp ungi gøtumaðurin at royna seg frá byrjan á besta liðnum, og hann takkaði fyri álitið við at gerast besti leikarin á vøllinum

 

Holland


Tað var ein nógv umtalað avgerð, sum landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, tók, tá hann gjørdi av, at Súni Olsen ikki taldist millum teir 18 leikararnar, sum hann sendi boð eftir til komandi landsliðsuppgávurnar.

Eftir góðu avrikini í Svøríki og Spania vóru fleiri av teirri fatan, at Súni fór at teljast millum nøvnini í hópinum. Ikki minst av teirri orsøk, at kappingin í Hollandi longu er farin ígongd, og at Súni tískil hevur betri møguleika at vera í venjing, enn flestu av liðfeløgum hansara hava.

Seinastu vikurnar hava bent á, at eitt pláss millum teir fyrstu 11 á liðnum hjá Zwolle er komið alsamt nærri, og nú tykist hetta at vera vorðið veruleiki.


Dagsins maður

Súni fekk nevnliga møguleikan, tá Zwolle leygardagin spældi móti Dordrecht. Sum skilst á heimasíðuni hjá Zwolle, so var avrik teirra alt annað enn sannførandi undanfarna dystin, og hevði venjarin tískil valt at fremja nakrar broytingar. Broytingar, sum millum annað viðførdu, at Súni Olsen frá byrjan slapp at røkja sessin mitt á miðvøllinum.

Tað skuldi eisini vísa seg, at tað var ein skilagóð avgerð, sum venjarin hevði tikið. Ikki bara vann Zwolle dystin móti Dordrecht við fýra málum móti ongum, men Súni Olsen varð eftir dystin kosin sum besti leikarin á vøllinum.

Sunnudagin høvdu vit samband við Súna, men spurdur um avrikið, tóktist hann ikki á nakran hátt at hava mist sambandið við jørðina.

- Jú, tað var sjálvandi gott at sleppa at byrja inni, og tað gekk eisini fínt hjá mær í dystinum. Málið hjá mær er tó framvegis at gerast fastur á liðnum, og eg vóni, at venjarin eisini hevur álit á mær til næsta dystin hjá okkum, er svarið frá lítillætna gøtumanninum, tá vit spyrja hann um dystin.


Landsliðið skal koma

Góðu avrik hansara seinastu vikurnar, har hann hvørja ferð hevur verið á vøllinum, hóast hetta var fyrsta ferðin hann byrjaði inni, munnu ikki á nakran hátt hava gjørt hann veikari í kanditaturinum til landsliðssessin. Ein sess, sum fleiri halda, at hann longu átti at havt.

Spurdur, um tað var eitt vónbrot, at hann ikki taldist millum leikararnar í hópinum hesa ferð, svarar Súni, at tað var hann sjálvandi.

- Tað var sjálvandi eitt sindur skuffandi, tí eg hevði vónað at sloppið við í hópin. Tað er tó ikki so nógv at gera við tað, annað enn at stríðast víðari. Geri eg tað nóg gott her niðri, fái eg helst eisini møguleikan á landsliðnum fyrr ella seinni, ljóðar svarið.


Væl fyri

Spurdur, hvussu tað ber til, at persónliga menning hansara hevur gingið somikið skjótt, síðani hann í fjør heyst fór til Hollands, svarar Súni, at venjingarstøðan í løtuni er betri, enn hon nakran tíð áður hevur verið.

- Vit hava at kalla vant alla tíðina nú í vetur, og hetta hevur so avgjørt givið úrslit. Nú eru vit komin út í hálvan mars mánaða, og tað er jú ikki fyrr enn nú, at veruliga venjingin byrjar heima í Føroyum.

- Sjálv venjingin er kanska ikki so nógv øðrvísi her, enn hon er heima í Føroyum, men alt gongur so øgiliga nógv skjótari fyri seg. Undir venjingunum spæla vit alla tíðina við einum og tveimum røringum, og tá verður tað ógvuliga strævið, tí tú ert alla tíðina noyddur at flyta teg nógv.


FC Zwolle er í løtuni á fjórða plássi í næst bestu hollendsku deildini. Møguleikin fyri uppflytan er tí til staðar, men Súni greiðir frá, at reglurnar fyri uppflytan eru eitt sindur serligar í Hollandi.

- Tað er bara nummar eitt, sum flytir beinleiðis upp í deildina. Har umframt sleppa teir fýra sonevndu perioduvinnararnir at spæla um eitt pláss í heiðursdeildini. Kappingin er býtt upp í fýra sonevndar periodur, og perioduvinnarnir eru teir, sum hava staðið seg best í hesum tíðarskeiðum, greiðir Súni frá.

Enn hevur Zwolle ikki vunnið nakra av periodunum, og tí skulu teir antin vinna seg upp á ovasta sessin, ella gerast besta liðið í hesi perioduni, um teir skulu hava møguleika at vinna seg upp í bestu deildina, har lið sum Ajax og PSV Eindhoven kunnu gerast mótstøðulið hjá Súna Olsen.