Holland
Næstbesta deildin í Hollandi hevði sín seinasta leikdag um vikuskiftið, og hóast tað longu var greitt, at Zwolle fór at enda ovarliga, so løgdu teir sjálvandi eisini alt í hendan seinasta dystin. Við einum sigri kundi Zwolle nevnliga gerast sonevndur perioduvinnari, og harvið staðfesta sína luttøku í endaspælinum, átta lið fara at dystast um teir báðar seinastu sessirnar í hollendsku heiðursdeildini.
Tvey mál
Súni Olsen hevur aftur verið á sæð á besta liðnum hjá Zwolle í seinastuni, og eisini hesa ferð taldist hann millum teir fyrstu ellivu. Umframt at hann hesa ferð spældi allan dystin, so skoraði ungi gøtumaðurin eisini tvey mál í dystinum, og var talan her um fyrstu mál hansara í Hollandi.
Eftir dystin var tað eisini ein sera fegin og ikki minst spentur Súni Olsen, sum vit hittu á máli.
- Akkurát í løtuni gongur tað ótrúliga væl. Bæði persónliga og hjá liðnum. Vit skulu nú dystast við Volendam, Telstar og so anting Fortuna Sittard ella der Graafschap um eitt pláss í bestu deildini, ogbæði Volendam og Telstar hava vit vunnið á fyri stuttari tíð síðani.
Hollendska skipanin er soleiðis, at bert fremsta liðið í deildini er tryggjað uppflyting. Síðani verða seks lið úr aðru deild og tvey úr fremstu deildini bólkað í tveir bólkar, har báðir bólkavinnararnir sleppa at spæla í bestu deildini komandi ár.
Nógvir dystir
Hóast góða spælið seinastu tíðina, so telist Súni ikki millum teir, sum manna føroyska landsliðið til komandi uppgávurnar, og sjálvur tykist hann eisini eitt sindur vónbrotin av hesum, men frí frá fótbóltinum fær hann tó á ongan hátt.
- Fram til 19. juni verður talan um dyst tvær ferðir um vikuna hjá okkum, so tað verður í øllum førum sera spennandi, og sjálvandi vóni eg, at tað fer at eydnast okkum at koma í bestu deildina, sigur Súni Olsen at enda.