Súni á beinkinum

Gøtumaðurin sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Zwolle vann sannførandi á botnliðið

 

Holland

Hóast hann enn ikki er vorðin fastur fúsur á liðnum hjá FC Zwolle, so man Súni Olsen kortini lata so hampuligt at gongdini hjá liðfeløgum sínum.

Zwolle hevur alt árið verið ein partur í oddastríðnum í næstbestu hollendsku deildini, og sunnudagin staðfestu teir hesa støðu, tá teir vunnu ein knúsandi 5-0 sigur á botnliðnum, Top Oss.

Longu eftir fýra minuttum var støðan 2-0 ti Zwolle, og í miðlunum verður sagt, at eftir hetta var ongan tíð spenningur um úrslitið.

Hetta var annars dystur nummar 500 fyri felagið hjá liðformanninum hjá Zwolle, Claus Boekweg, so orsøkirnar at fegnast hava verið fleiri í Zwolle um vikuskiftið.