Enn er einki avgjørt um framtíðina hjá føroyska landsliðsmálverjanum. Men tað tykist vist, at fleiri feløg í donsku superliguni eru áhugað í spælararnum.
Herfyri kom fram, at Silkeborg er eitt av feløgunum, sum hava sýnt málverjanum áhuga, men teir verða neyvan einsamallir í kappingini um undirskriftina hjá Gunnari.
Danska BT skrivar í dag, at SønderjyskE eisini er áhugað í føroyska landsliðsmálverjanum. Felagið hevur annars havt norska Håkan Opdal, men ítróttastjóran í felagnum hevur í heyst funnist hvassliga at bæði Opdal og eykamálverjanum, Kenneth Stenild, tí teir báðir ikki hava spælt nóg væl í heyst.
SønderjyskE er á 9. plássinum í donsku superliguni. Trý stig framman fyri Silkeborg, sum saman við Brøndby er á niðurflytingarsessi.










