Sánchez til Barcelona

Sponsku meistararnir og Champions League-vinnararnir FC Barcelona hava tryggjað sær tann 22 ára gamla kilska álopsleikaraan Alexis Sánchez. Hann er keyptur frá italska felagnum Udinese. Sambært tíðindastovunum er talan um ein fimm ára sáttmála, sum kostar Barcelona 26 milliónir evrur.

 

Fleiri av teimum stóru feløgunum hava ligið eftir at fáa fatur á Alexis Sánchez, men endin var so, at Barcelona fór við honum. Hann skal nú til ta vanligu læknakanningina, og kemur einki óvæntað undan kavi har, verður sáttmálin undirskrivaður mánadagin.