Sýna samkenslu við belgisku tjóðini

Í kjalarvørrinum av yvirgangsálopunum í Brússel fyrr í vikuni, eru kendir bygningar og støð um allan heim lýst upp við teimum belgisku litunum.


Eisini her í Føroyum hava fólk nýtt høvi at sýna samkenslu við belgisku tjóðini í hesum døpru døgum.


Í Gjógv vórðu ljós sett upp í gjónni í fjør, ið skuldi lýsa staðið upp fyri ferðafólkum. Komandi dagarnir eru tey vanliga ljósini skift um við litirnar í belgiska flagginum.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at stig hevur verið tikið til at sýna samkenslu við øðrum á hendan hátt. Aftaná yvirgangsálopini í París í november, lýstu ljósini í gjónni við fronsku litunum.