Sýna fram ungar føroyskar menn

Tann 8. august skipa Faroearts og Café Jónas fyri listaframsýning, nevnd »Unge Færøsek Mænd« í Keypmannahavn. Fernisering verður sunnudagin 8. august kl 16 - 18. Café Jónas er ein nýupplatin norrøn mentanarcafé í hjartanum av Keypmannahavn, beint við Kongens Nytorv

Café Jónas og Faroearts fara at sýna fram tríggjar lutfalsliga ungar føroyskir listamenn í august. Teir tríggir umboða á hvønn sín hátt sera spennandi brigdi av nýggjari føroyskari myndlist.
Brandur Patursson
Brandur arbeiðir við ymiskum tilfari í fleiri dimensiónum, eins og hann setir saman fleiri stílsløg. Av og á sæst greiður íblástur úr eitt nú teknirøðum og frá kung fu, sum Brandur hevur íðkað í fleiri ár.
Í myndlistini hjá Brandi verður arbeitt traditiónsbundið við kompositión og litseting, men eisini meira frítt, har listamaðurin t.d. brúkar kropp og hár til at úttrykkja seg við. Tessvegna er ikki alt máling á lørift hjá Brandi - hann hevur eisini virkað við glasi og fotomyndum, ið vera kliptar saman til kollasjur, ofta við óvanligum og humoristiskum úrsliti.
Tummas Jákup Thomsen
Tummas Jákup, ið ofta verður umrøddur sum hin føroyski surrealisturin, hevur í sambandi við hesa framsýning valt at arbeiða einamest við rúminum kring nakað, mann ikki ofta sær avmyndað - naglar.
Tummas Jákup nýtir á hesi framsýning oljumáling á lørift og við at seta blýantsstrikur oman á skapar hann eitt óvanligt rúm til naglarnar at flóta í. Tummas Jákup granskar á henda hátt tað óvanliga í tí vanliga á ein sera hugtakandi hátt.
Bárður Oskarsson
Bárður mann vera mest kendur fyri at mála stórar, einfaldar og sera groteskar málningar. Á eini ofta einlittari grund síggja vit surrealistiskar skapningar, ið tíðum fáa teg at flenna, meðan teir aðra tíðir geva tær vaml. Tað er sum um, at hesir merkiligu skapningarnir, t.d. flúgvandi grísar og royttir høsnarungar við mannahøvdum, ella -limum noyða kenslur upp í áskoðaran. Bárður málar eisini karikeraði menniskju. Tey kunnu virka púra vanlig, men so er alt ov nógv gjørt burtur úr onkrum stakluti, so at mann verður fangaður og hugtikin.
Café Jónas
Caféin er ein nýupplatin norrøn mentanarcafé í hjartanum av Keypmannahavn, beint við Kongens Nytorv. Café Jónas leggur seg eftir at sýna fram serliga íslendska og føroyska mentan. Sostatt er Jónas eitt stað, har tú kanst hugna tær við list og tónleiki, meðan tú nýtur ein góðan bita og okkurt gott at drekka afturvið.
Cafe Jonas er at finna á Landgreven 3, 1301 KBH K
tlf: 3332 1915,
www.cafejonas.com