Framsýningin »Goymt - ikki gloymt« (25 - 1 - 16 - 2 ) vísir ókend verk frá goymsluni av m.fl. J.S Mikines, Ruth Smith, Hans Hansen, men eisini samtíðarlistin er umboðað.
Sýningin er fyrsta roynd at gera vart við, at Listasavn Føroya er partur av føroyska savnskervinum og m. a. fæst við at skráseta og varðveita okkara myndlist.
Í samband við at digitala skrásetingin á savninum er um at vera liðug, hildu vit, at ein framsýning av minni kendum verkum kundi verið við til at seta tað støðugu framsýningina í eina nýggja frásjón - samstundis sum tað er ein hóskandi yvirgong til Várframsýningina, sum er næst á skránni, og har tað nýggjasta innan listina sær dagsins ljós.
Ísamband við at framsýningin letur upp, fer stjórin á Landsskjalasavninum, Sámal Tróndur, at fáa gerðarbókina hjá Føroya listasavni handaða, so hon á ein vírðiligan hátt kann varðveitast. Gerðabókin byrjar í 1948 og fyrsta frágreiðingin er skrivað av Williami Heinesen. Síðsta fundarfrásøgin var skrivað í december 2002, og gerðabókin er longu farin undir elektroniska viðferð.