Sýna fram bjargingarbátar

Bjargingarbátarnir Rescue Lív og Vòn av Eiði hava í morgun verið í Nólsoy, og høvi hevur verið hjá nólsoyingum at sæð bátarnar, sum eisini hevur siglt stuttar við fólki, serliga børnum.

Tað er í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið hjá Nólsoyar Bjargingarfelag, at skipað hevur verið fyri sonevndum upplivingardegi. Dagurin byrjaði klokkan 9 við at felagið bjóðaði morgunmat, og tað gjørdu nógvir nólsoyingar sær dælt av.

Sum áður nevnt á portalinum var borgarstjórin eisini í Nólsoy til morgunmatin, og har handaði hann felagnum eina gávu á 25.000 krónur.