Fornminnissavnið sýnir í mentanarnáttina fram amboð hjá gitna bátasmiðinum, Niclasi í Koltri. Framsýningin er opin til klokkan 21 í kvøld.
»Maðurin og báturin« kalla serframsýningin, sum í sambandi við mentanarnáttina í dag, 28. mai, letur upp um bátasmiðin Niclas í Koltri. Serframsýningin er í Brekkutúni 6 og stendur uppi til ólavsøku. Mentanarnáttina er opið til kl. 21.
Niclas í Koltri (1909-1991) er kendasti bátasmiðurin í nýggjari tíð. Í vórðu amboð og útgerð hansara latin fornminnissavninum, og eitt úrval av hesum verður nú sýnt fram.