Flaggdagin verður Tórsgøta partur av hátíðarhaldinum í miðbýnum í Havn, tí har verða ellisakfør sýnd fram. Síðani flaggdain í 1992 hevur felagið Føroya Ellisakøfr sýnt fram ellisakfør í sambandi við flaggdagshaldið í Havn. Soleiðis verður eisini í ár, har akførini verða sýnd fram fyri og undir flaggdagshaldinum.
Seinastu árini hava akførini verið sýnd fram á Kongabrúnni, men hetta hevur ávísar trupulleikar við sær, tí tað órógvar flaggdagsrenningina hjá Braginum. Tí er nú avgjørt, at atførini verða sýnd fram í Tórsgøtu, sum tí verður stongd fyri ferðslu millum klokkan 14 og 16.
Hetta er 20. ferð á rað, at Føroya Ellisakfør sýnir akfør fram.