Seinni í heyst ætlar Amnesty at skipa fyri undirvísing í mannarættindum - einum fyri lærarar og einum fyri næmingar.
Í 2010 settu fleiri enn 1000 næmingar mannarættindi á tímatalvuna. Hartil vóru 26 lærarar á skeiði um, hvussu mannarættindi kunnu gerast partur av núverandi undirvísing í øllum fakum.
- Vit fingu nógvar positivar afturmeldingar frá hesum skeiðum. Tað serliga við hesum skeiðum er, at næmingarnir vórðu tiknir við og gjørdust partur av einum sínámillum spæli, ið gav teimum eina uppliving av mannarættindum og mannarættindabrotum, sigur Amnesty, nú líknandi skeið verða boðin út aftur.
Fyrst verða lærarar bodnir á skeið, har tosast skal um, hvussu mannarættindi kunnu nýtast í undirvísingini, og síðani verður Mannarættindarúmið opið fyri øllum skúlaflokkum í landinum, har næmingar læra um mannarættindi og uppliva mannarættindabrot á egnan krop.
Neyðugt er við tilmelding til hesi bæði skeiðini.