SÍ nærkast greipuni

Sørvingar eru væl ávegis greipuni í mansflogbólti í ár, og um teir vinna á nærmastu kappingarneytunum úr Fleyr sunnudagin, hava teir tikið eitt risafet móti gullinum

Flogbóltsbarometrið í Sørvági er í topp í hesum døgum. Áhugin fyri flogbólti hevur ongantíð áður verið so stórur í Sørvági sum í løtuni, nú mansliðið hjá felagnum stendur til at vinna greipuna á sjálvum 100-ára degnum hjá felagnum.
 
Nærmastu kappingarneytarnir vitja
Sunnudagin fær SÍ vitjan av Fleyr, sum er næstfremsta liðið á stigatalvuni. Um sørvingar sunnudagin aftur sýna slíkan flogbólt, sum teir gjørdu í steypafinaluni móti Mjølnir farna vikuskifti, so er eingin ivi um, hvagar sigurin fer. Men ofta kemur tað fyribrigdi, sum verður rópt ?steypatimburmenn?, og ger vart við seg, og tá kann Fleyr hava ein møguleika.
SÍ má tó metast sum greiður favorittur undand dystinum, og tað verða óivað heilt nógvir spentir sørvingar til dystin í Fimleikahøllini sunnudagin. Um teir fara at hoyrast eins væl, sum teir gjørdu til steypafinaluna fyri viku síðani, tað er so ein annar spurningur.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnunum sunnudagin verður á Kambsdali, har ÍF fær vitjan av Fram. Her er talan um ein dyst millum tvey tey niðastu liðini í deildini, og ilt er at spáa um úrslitið av hesum dysti.