Í dag varð kunngjørt, at Meghan Markle, sjónleikarinna í sendirøðini Suits, verður prinsessa í Englandi, tá ið hon í vár verður gift við Harry prinsi, yngsta soninum hjá Charles prinsi og Dianu prinsessu. Hon er tó ikki fyrsta Hollywood stjørnan, sum verður gift við einum prinsi.
Tann kendasta stjørnan, sum gjørdist prinsessa, er ivaleyst virðislønta Grace Kelly, sum gifti seg við Rainier III, prinsi í Monaco. Grace Kelly var í suður Fraklandi til Cannes films festivalin, har hennara tá komandi filmur The Country Girl varð sýndur, tá ið hennara samskiftis toymi ornaði fyri, at hon skuldi taka myndir inni í slottinum hjá prinsinum av Monaco. Grace Kelly vann seinni virðisløn fyri bestu sjónleikarinnu til Oscar handanina fyri júst hendan filmin. Tað var her hon hitti Rainier prins. Tey bæði vórðu síðani trúlovað og gift í apríl í 1956. Grace Kelly búðí Monaco, og framførdi ongantíð sum sjónleikarinna aftur. Hon doyði í ferðsluvanlukku sum 52 ára gomul.
Ein onnur sera kend sjónleikarinna í Hollywood er Rita Hayworth. Í mai í 1949 varð hon gift við Aly Khan, prinsi, sonur Aga Khan, kenda imami hjá ismaili muslimum. Tey bæði vórðu gift eitt ár eftir tey hittist. Tey vóru saman í fýra ár. Rita Hayworth fekk alsheimers og doyði sum 68 ára gomul.
Ein onnur kend kvinna, sum er blivin prinsessa, er modellin Kendra Spears. Hon er mest kend fyri at verða modell fyri Prada, Calvin Klein, Chanel, Yves Saint Laurent og Givenchy. Hon giftist við Rahim Aga Khan í 2013, prinsi, elsti sonurin hjá núverandi Aga Khan. Hon skifti somuleiðis navn til Salwa Aga Khan, prinsessa. Tey bæði búgva í Sveis, og hava tvey børn. Hon arbeiðir framvegis sum modell fyri eitt nú Armani Code.
Sí myndirnar av hesum prinsum og prinsessum við at trýst á tær myndirnar, sum liggja undir greinini, og soleiðis gera tær størri.