Sí myndirnar: Soleiðis sær Varðin Pelagic út í dag

Eldurin fór illa við virkinum á Tvøroyri.

Roykurin hevur lagt seg, og virksemi hómast nú aftur á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri. Fyri einari viku síðan byrjaði stóra arbeiðið at rudda burtur tað, sum eftir er av framleiðsluhøllini hjá Varðanum Pelagic. 

 


Skaðin frá ógvusliga eldinum á framleiðsluhøllina var so umfatandi, at henni beyðst ikki bøtur. Gongst sum tað skal, verður einki eftir av eystasta bygninginum um tvær til tríggjar vikur, tá upprunddingararbeiðið væntandi verður liðugt. 

 

 

Tað er MTV byggivirki í Froðba, ið stendur fyri ruddingararbeiðinum. Meðan framleiðsluhøllin fórst illa, stendur frystigoymslan eftir og er at kalla intakt.

 


- Frystigoymslan hevur sjálvandi fingið nakað av skaða av hitanum, men goymsluveggurin hevur hildið ímóti eldinum, sum hann skuldi. Hann skal sjálvandi eisini skiftast, sigur Mortan Vang, stjóri á MTV.

 

 

Trýst á myndirnar undir greinini, og tú sært myndirnar í størri formati.