Sí myndirnar: Soleiðis kundi Nólsoyar Páll eisini staðið

Nógv kreativ boð er komin upp á, hvar standmyndin av Nólsoyar Páll skal standa frameftir

Síðani in.fo í gjár skrivaði um, at ein býráðslimur í Havn heldur tað verða frægast at flyta standmyndin av Nólsoyar Páll úr Vágsbotni, hava mangir lesarar havt kreativ boð upp á, hvar standmyndin so skal fara.

Álvur Haraldsen, myndamaður á Sosialinum, hevur visualiserað nøkur av uppskotunum, sum hava verið nevnd í kjakinum.

 

Trýst á myndirnar undir greinini fyri at síggja, hvussu Nólsoyar Páll hevði riggað aðrastaðni enn í Vágsbotni: Í Klaksvík, á Skinnaraskeri, á Eystfalsskeri og í túninum hjá Reinsarínum.