Sí myndirnar: Slakta og eta í Tórsgøtu

Í dag er tiltakið Slaktið á skránni í Tórsgøtu í Havn. Sum navnið helst avdúkar, so er endamálið við tiltakinum at varpa ljós á ein part av okkara matmentan. 

 

Í dag hava luttakandi tí fingið høvið at eta ymiskt kjøt, grønmeti og annað, sum fyrireikararnir hava á skránni. Somuleiðis verður greitt frá, hvussu vit hagreiða og fáa okkum mat til vega. - Vit vilja fegin vísa tey ungu, hvar matur kemur frá, hava fyrireikarar sagt um tiltakið. 

 

Sí myndirnar her.