Sí myndirnar: Showdown á gáttini

Luttakarnir eru komnir og Jákup Súni Berg er spentur

í kvøld byrjar stóra tiltakið “Burn Showdown”, sum er 14 kappingar undir einum taki upp á tveir dagar. Í løtuni verður gjørt klárt í høllini á Hálsi, har tríggjar kappingar verða í kvøld.

 

- Alt gongur eftir ætlan og vit eru í holt við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar. Eg skal ikki siga, at vit komandi ár byrja ein dag fyrr, sigur Jákup Súni Berg brosandi.

 

Í dag er tríggjar kappingar á skránni. Tær eru Føroya sterkasta kvinna, Burn Showdown sterkasti maður og boksing, har tað er níggju dystir á skánni.

 

Fyrr í dag eru luttakararnir skrásettir og tey sum skulu, eru vigaði og máld. Fyrrapartin vóru tað fitness luttakararnir og seinnapartin vóru vektlyftarnir. Fyrsta kappingin verður klokkan 17.

 

Her er skráin til tiltakið:

Fríggjadagin 17. novembur:

17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna

18.15 – 20.15 Strongman

20.30 – 23.00 Boksing

 

Leygardagin 18. novembur:

12.00 – 13.00 Kettlebell

13.00 – 15.00 Weightlifting

14.00 – 16.00 Powerlifting

15.00 – 17.00 Crossfit

17.00 – 19.00 Steðgur

19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands

22.15 – 22.45 Steypahandan

23.00 - Medina