Í gjár legði eitt risa seismiskip at í Fuglafirði. Sum skilst er skipið í Føroyum fyri at taka 1.4 milliónir litrar av olju frá Magn.
Somuleiðis skulu teir hava mat og útgerð. Teir fara til Kanada at arbeiða. Hesar myndirnar tók Jens Kristian Vang, myndamaður í gjár. Norðlýsið skrivar, at teir royndu at fara umborð á skipið til eitt prát um skipið og arbeiði teirra, men har var einki at gera. Skipið var læst sum ein øða, skrivar Norðlýsið.
Trýst á myndirnar undir greinini og tær gerast stórar.