Leygarkvøldið var mótashow á Hvonn, har luttakararnir á Style Jam 2018 sýndu fram nakað av tí, tey hava gjørt hetta vikuskiftið. Í dag, sunnudag kl.18, byrjaði finalan í Perluni, har bólkurin við bestu stílingum verður kosin. Vinnandi bólkurin fær 20.000 kr frá Vinnuframa umframt ráðgeving frá Hugskotinum til at menna vinnandi hugskotið. Eisini fáa tey møguleika at sýna fram vármótan í blaðnum HON/Sosialinum.
Style Jam er avbjóðingin har stílistar, designarar, skraddarar, fotografar, filmsfólk, frisørar, make-up artistar, bindifólk og onnur arbeiða saman um at skapa bestu stílingarnar, har kravið eisini er at gera pløgg og tilhoyr til settini.
Trýst á myndirnar undir greinini fyri at síggja myndir frá mótashowinum í gjárkvøldið.










