Harry prinsur og amerikanska sjónleikarinnan Meghan Markle søgdu ja við hvønn annan í St. George's kapellinum í Windsor Castle-slottinum. Parið hildu undir hondina á hvørjum øðrum undir bróðurpartinum av vígsluni í kirkjuni og aftaná fóru tey í ein gull hestavogn.
Meghan var í einum hvítum kjóla eftir Clare Waight Keller frá franska mótahúsinum Givenchy. Amerikanski biskoppurin Michael Cutty helt eina eldhugaða prædiku í kirkjuni, og eitt amerikanskt kór sang sangin Stand by me eftir Ben E. King.
Ringurin hjá Meghan Markle er gjørdur úr walesiskum gulli, og hevur hon fingið ringin frá Drotningi. Harry prinsur hevur ein platinring. Har vóru 600 gestir, har í millum fleiri kend andlit sum George Clooney og kona hansara, sakførarin Amal Clooney. Eisini vóru fótbóltsspælarin David Beckham og kona hansara Victoria Beckham, sum er kendur sniðgevi. Sangarin Elton John var eisini í brúdleyp og somuleiðis Oprah Winfrey.
Áleið 100.000 áskoðarar vóru komin saman við Windsor Castle.
/ritzau/Reuters