Nú desember mánaður nærkast er vist, at í nærmastu framtíð fara vit at síggja jólaprýði í handlunum og á gøtuni. Meðan summi elska jól, so eru tey onnur, sum halda tað strævið, at tað verður prýtt til jóla longu í november. Seinastu árini eru jólaperurnar komnar framm fyrst í november, men hjá Unn av Lofti verður jólaprýði sett á dagsskrá nakað fyrr enn tað.
Unn av Lofti og familja hennara byrja nevniliga longu í september. Og tað merkir, at tá byrjar familjan at framleiða, selja og geva burtur heimagjørt jólapynt, sum ikki er so kostnaðarmikið.
Og í ár er einki undantak. Unn greiðir frá, at henni dámar væl at gera jólaprýði, at selja tað og geva tað til onnur at fáa gleði av. Hon sigur, at hennara jólaprýði er litríkt og øðrvísi, og tað ivaleyst er nakað, sum hon hevur arvað frá pápa sínum.
Sí myndirnar undir greinini her.