Drápið í Havn í kvøld gekk skjótt og væl, men grindin er ikki stór. Finnbogi Midjord, sýslumaður sigur, at enn er ikki endaliga talt upp, men ein hevði skjótt talt og fingið tað til 25-30 hval tilsamans.
Fylg við her á in.fo, fyri at síggja nær seðlarnir koma út. Sí myndirnar her við at trýsta á tær undir greinini. Poul Laust hevur tikið myndirnar.