Tað er summar og sól og eftir øllum at døma verður tað sól og stilli ein part av Summar Festivalinum, men tað kann fara at sirma av og á - serstakliga leygardagin. Ella so siga í øllum førum veðurforsøgnirnar í dag. Men tað kann framvegis broytast nógv fram til vikuskiftið.
Í morgin byrjar festivalurin við einum av høvuðsnøvnunum í ár klokkan 21.00 - nevniliga Aqua. Fríggjakvøldið er tað Zara Larsson og leygarkvøldið Roger Hugdson. Skráin kann annars síggjast her
Si myndirnar av dagsins fyrireikingum undir greinini her










