Í gjár og í dag hevur árliga ferðavinnumessan Vestnorden verið hildin í Høllini á Hálsi.
Nógv fólk høvdu leitað sær í høllina til høvið, og talan er her um keyparar, seljarar og onnur innan ferðavinnu úr øllum heiminum.
Nýggi landsstýrimaðurin í Vinnumálum, Helgi Abrahamsen, setti messuna við einari røðu, og aftrat hesum vóru framløgur frá stjórum í ferðaráðum í Grølandi, Íslandi og Føroyum. Í dag hava fundir verið á skránni allan dagin, og Vestnorden endar við einum døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið.
Vit hava nakrar myndir her frá Vestnorden-tiltakinum í Høllini á Hálsi.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Sí fleiri myndir her:
##ms##