Aksel Højgaard og kona hansara vóru um vikuskiftið til gongu við Trælanípuna í Vágum, tá ið tey komu fram á hesi fólkini, sum gingu snøgt sagt langt úti á berginum. Tvær myndir eru av ferðafólkunum. Ovast á myndunum báðum síggjast nøkur fólk.
Fyrra myndin undir hesari greinini vísa tveir persónar uttast á tromuni. Ein í reyðum og ein myrkaklæddur. Men á seinnu myndini undir greinini manglar tann myrkaklæddi. Tó á triðju myndini er ein rundingur teknaður rundan um myrkaklædda mannin, sum also situr heilt úti á fjallasíðuni.
Um talan er um ferðafólk sigur søgan einki um. Tó kann spurnartekin setast við, um føroyingar høvdu farið so langt sum hesi á myndini.