Sí myndirnar: Dannebrog í Kollafirði

Kongaskipið Dannebrog hevur verið sæð kring Føroyar seinastu dagarnar, og í morgun lá tað við keið í Kollafirði

Danska Kongaskipið Dannebrog er í Føroyum í hesum døgum, í sambandi við kongaligu vitjanina í morgin. Kongaskipið varð navngivið av Drotning Alexandrine í Keypmannahavn í 1931. Dannebrog er almenni og privati bústaðurin hjá Drotningini og øðrum limum av kongaligu familjuni, tá ið tey eru á summarferð og tá tey eru uttanlands til almennar vitjanir. 

 

Kongaskipið kann eisini nýtast sum sjúkrahússkip. Sæð uttanífrá kann Kongaskipið býtast í tveir partar. Frammanfyri skorsteinin er rúm fyri manningini, og ymiskari útgerð. Aftanfyri skorsteinin er kongaliga deildin á skipinum, sum í einum leikluti sum sjúkrahússkip hevði riggað sum deildin hjá sjúklingunum. 

 

 

Dannebrog er 78.43 metrar langt og 10.40 metrar breitt. Skipið varð umvælt í 1980-1981, tá ið eitt nú maskinrúmið varð høvuðsumvælt. Kongaskipið skal hýsa krúnprinsaparinum og børnu teirra á almennu vitjanini í Føroyum, sum byrjar í morgin. Í morgun lá skipið í Kollafirði. Sí myndirnar undir greinini og trýst á tær fyri at fáa tær størri. 

 

 

Myndirnar hevur Árni Gregersen tikið. Kelda: kongehuset.dk