Sí myndirnar: Borgarafundur í Runavík

Í gjárkvøldið var borgarafundur i Runavík

Løkshøll var stúgvandi full í gjárkvøldið, tá ið tvey evni vóru til viðgerðar á borgarafundi. Tvey mál vórðu tikin upp á fundinum: Innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum og miðbýarætlanin.

 

- Nú Eysturoyartunnilin er komin væl áleiðis, hava Runavíkar kommuna og EM Ráðgeving (Landsverk hevur eisini verið partur av málinum) lagt eina frágreiðing fram í bóklingi, har greitt verður frá teimum tøkniligu møguleikunum, sum eru í Runavíkar-økinum, til tess at møta ferðsluligu avbjóðingini, nú ferðslutíttleikin fer at vaksa munandi, skrivaði Runavíkar kommuna undan fundinum.

 

Víðari varð sagt, at í nógv ár hevur Runavíkar kommuna virkað fyri at skipa ein miðbý í miðsavningini Runavík, Saltangará og Glyvrar. Sitandi býráð setti sær fyri at fáa ferð á hetta málið enn einaferð, og nú fyriliggur eitt uppskot, sum borgararnir í kommununi fingu kunning um í gjár. 

 

Sosialurin var á staðnum - les alt um tað í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í handlunum kring landið í kvøld ella í morgin. Sí myndir frá fundinum undir greinini her.