Í sambandi við føstulávintsmánadag heittu vit í dag á lesarar okkara at senda inn myndir av grýlunum kring landið. Vit hava fingið nógvar myndir av stuttligum, fittum og kreativum grýlum, sum hava sligið tunnu í dag og í skrivandi stund ganga húsagongd.
Har er millum annað ein høvdaleysur maður, ein borðgrýla, ein papageykur, nakrar prinsessur og eitt hvalspýggj. Niðan fyri kanst tú síggja allar myndirnar, vit hava fingið sendandi inn av grýlum.