Símuni Hansen til minnis

f. 17. mars 1938 d. 10. november 2012

Nú er eitt gott ár liðið, síðan pápi okkara, Símun Hansen, fór frá okkum, tá ið hann brádliga small um og hevði drigið andan fyri seinastu ferð. Hetta árið, sum síðan er farið, eru vit ferð eftir ferð mint á, hvussu nógv pápi okkara fylti í okkara lívi og saknurin hevur verið ómetaliga stórur.
Pápi okkara var havnar-mað­ur. Hann vaks upp sam­an við eldru brøðrum sínum Karl Johan og Paula niðri á Reyni í Havn. Foreldur teirra vóru Elin, fødd Poulsen, úr Miðvági, og Zacharias Han­sen úr Havn, eisini nevndur Sakaris í Syðradali, tí hann partvíst vaks upp í Syðradali, har ið pápi hansara var upp­sitari.
Býlingurin á Reyni var tá miðdepilin í Havn og uddi í børnum og lívi, og babba dugdi so sera væl at greiða okk­um børnum frá um barna­árini og uppvøksturin á Reyni og visti mangar góðar og áhugaverdar søgur at for­telja okkum haðani. Hóast hann var smádrongur, tá ið seinni heimsbardagi endaði, so høvdu ymsar hendingar frá teimum árunum fest seg í huga hansara. Tá ið vit vóru yngri, var tað so mang­an, at hann gekk túr við okkum oman á Reyn og har í nánd og gav okkum í orð­um og frásøgum eitt liv­andi innlit í, hvussu lívið var har niðri, tá ið hann vaks upp. Søguligar hendingar og per­sónar høvdu hansara stóra áhuga. Hann var eisini sera ætt­kønur og dugdi altíð at síggja ættarbond millum fólk. Hetta kom honum mang­an til góðar, tá ið hann hitti fólk, tí sama hvønn hann hitti, dugdi hann at fáa eitt gott prát í lag við at seta sam­an familjubond, ið hann kendi so væl.
Eftir at hava tikið prelimi­nerprógv og verið ein vetur á Føroya fólkaháskúla fekk pápi okkara starv á Tele­graf­støðini í Havn, og starv­ið sum fjarritari gjørd­ist hans­ara lívsstarv. Hann ar­­beiddi í samfull 42 ár á Tele­grafstøðini. Arbeiðs­samur var hann og setti eina æru í at vera stundisligur og røkja sítt arbeiði og sínar skyld­ur til fulnar. Sum heild eyð­kendi tað babba, at hann var nærlagdur í øllum, sum hann fekst við, og trúfastur ikki minst.
Hóast álvarsligu sjúkuna, sum rakti hann bert 37 ára gamlan, so megnaði hann at lata lívsgleðina vinna á øll­um tí, sum hann kundi fall­ið í fátt av. Hann dugdi at gleðast um teir smáu lutirnar í lívinum og dugdi so sera væl at geva tað víðari til okkum, sum stóðu honum nær, og ikki minst abbabørnini, sum altíð flokkaðust um hann og gleddust um, at hann so væl dugdi at møta teimum á teirra støði.
Tað eru so nógvir góðir eginleikar, sum renna fram fyri okkum um pápa okkara. Hann dugdi altíð so væl at vísa, hvussu hann gleddist, tá ið tað gekk øðrum væl. Hansara empatisku evni vóru heilt sjáldsom. Tað var so mangan, at hann av sín­um eintingum kom inn á evni, sum vit høvdu brúk fyri at tosa um, júst tí at hann hevði so sjáldsom evni at lesa onnur av og síggja tað, sum í øðrum bilgdist. Løgið er tað, men nógv sansa vit ikki fyrr enn aftaná og tá ið tað ikki er longur. Soleiðis fara vit mangan ígjøgnum lívið uttan at geva okkum stundir at gleð­ast um og virðismeta tað, sum veruliga gevur lívinum dýpd, innihald, varma og fjálg­ar litir í samveruni við onnur. Ja, vit verða ferð eftir ferð mint á, hvussu babba bara var ein so sjálvsagdur og inn­grógvin partur av okkara lívs­mynd.
Babba rúmaði fyrst og fremst ein so stóran kærleika til okkum og mammu, og somuleiðis til abbabørnini, tá ið tey komu. Tey vóru hans­ara eitt og alt og altíð fylgdi hann væl við, hvat ið hvør einstakur teirra gjørdi og hevðist at, og altíð var hann klárur at stuðla og eggja, tá ið tað kravdist, ella at ugga, tá ið tørvur var á tí. Hann var sera familjukærur og setti seg sjálvan í aðru røð, og gávu­mildur var hann sum fáur.
Honum dámdi so væl at hava fólk rundan um seg, og á sín stillføra hátt fekk hann øll at kenna seg væl, ikki minst við sínum hjartaliga og sera smittandi látri. Tí hóast lívsleiðin ikki bara lá fram eftir sløttum, so varðveitti hann altíð tann ljósa mátan at síggja tilveruna og sýndi í verki ikki minst eitt ótrúligt seiggi at halda fram at liva og virka eftir besta førimuni. Við sínum eyðkenda stríðsvilja kom hann væl fyri seg og megnaði at arbeiða, heilt til hann fór frá við eftirløn.
Góða mamma, tú vart altíð tann trúgvi stuðulin hjá babba, tá ið hann hevði tørv á tí, og tað var so gott og vakurt at uppliva, hvussu tit bæði virdu og stuðlaðu hvør øðrum gjøgnum lívið, eisini tá ið hóttafall herjaði. Tað gleddi tykkum og okkum almikið, at tit fyri tveimum árum síðan kundu halda gull­brúdleypsdagin og høvdu so nógvar og kærar gestir á vitj­an. Tað var so rørandi at síggja, hvussu tit bæði í langa tíð aftaná gleddust um dagin og ta gleði og tey góðu upplivilsi, sum hann gav tykkum.
Góði babba! Hóast vit enn merkja fløvan av tínum hond­um, er tað so ringt at vita sær, at tín rødd er tagn­að. Hon tagnar tó ongantíð í huganum á okkum og minnir okkum ferð eftir ferð á tey kæru og dýrabæru minni, sum vit eiga eftir teg. Í djúp­um takksemi og virðing vilja vit her lýsa frið yvir okkara høgt elskaða pápa, Símun Hansen.
-----
Zakaris, Maibritt, Høgni og Maria