Símuni Einarsson til minnis

Tá ið eg henda dagin sat í Glyvra kirkju, sum ikki uttan grund var stappað við fólki, og eyguni festu seg við føðingardagin, sum stóð á blaðnum, ið eg hevði í hondini, fóru sum vera man nógvar hugsanir framvið.

6. apríl 1955. – Tað hevur ongantíð verið mín sterka síða at minst føðingardagar, men hesin, 6/4-55, hevði brent seg í sinnið. Hetta er ein av teimum føðingardøgunum, sum eg oftast havi skrivað í mynstringarbókina: Símun Einarsson, Lamba, stýrimaður, 6/4-55. – Okkara samstarv byrjaði í 1987, hann sum stýrimaður við Ametyst, og eg skipari á Jaspis.


Tað var ógvuliga skjótt, at eg sá, at hesin maður var ikki hvør sum helst. Álítandi og samvitskufullur sum nakar! Hansara heilt framúr góðu kropsligu evnir, sum eg mangan misunti honum, og ikki minst hansara lætta skemtingarsama lyndi, sum fekk tær myrku løturnar at kennast lættar, sermerktu hann.


Her samstarvaðu vit fram til 1993 – tey seinnu árini var Símun skipari á Ametyst. Her sótu vit tey árini á brúnni og samskiftu yvir telefonina – VHF – sum er neyðugt, tá ið samtrolað verður. Eg hugsi ikki, at tað nakrantíð fall eitt øvugt orð okkara millum – ið hvussu so er ikki frá Símuni.


Umframt at tosa um tað, sum hoyrir tí dagligu arbeiðsgongdini til, fisk, trol og veður og vind, so varð sum vera man tosað um mangt og hvat. Tað kundi vera alt frá politikki til fótbólt. Og tá ið vaktin var av, høvdu vit báðir, Símun, viðgjørt heimsstøðuna og annars alt, sum gekk fyri seg uppi á landi – og fingið alt upp á pláss.


Símun visti altíð onkra skemtingarsama søgu, og spiloppmakari var hann. Dámdi væl at spæla onkrum eitt puss – serliga teimum ungu, men á ein slíkan hátt, at teir blivu góðir við hann og flokkaðust um hann. Jú, Símun dugdi væl at fara við fólki og fekk sær ongar óvinir.


Í 1995 komu vit saman aftur og vóru saman til 2001. Símun bleiv stýrimaður og loysti av sum skipari við Boðasteini. At liggja einsamallur mitt ímillum kontinentini, einar 2-300 sjómíl norðan fyri Azorurnar, har sum havhesturin var líka sjáldsamur sum skjaldbøkan – tað var øðrvísi enn tað, vit vóru vanir við, og kravdi sín mann. Stundum í ódnarveðri, men ofta í stilli og bakandi sól.


Skjótt sást, at Símuni dámdi hetta heilt serliga fiskaríið eftir búrfiski – honum dámdi avbjóðingar, og hann var mær ein hollur stuðul sum stýrimaður og avloysaraskipari. Her komu hansara góðu eginleikar og hansara positiva lyndi av sonnum til sín rætt.


At fáa boðini um, at Símun Einarsson var farin, kom mær ógvuliga dátt við. Tað hevur verið mær ein sterk áminning um, at tað ikki er sjálvsagt, at vit eiga dagin í dag og tíansheldur í morgin.


Góða Sonja. Annebeth og eg hugsa um teg og tíni – og Símun, eg minnist teg við stórari virðing!


Harry á Lakjuni