Símunarbók - Heiðursrit til Símun V. Arge.

Forlagið Fróðskapur hevur givið út áhugaverda bók um føroyska fornfrøði. Bókin er skrivað í sambandi við, at Símun V. Arge, fornfrøðingur, varð 60 ár tann 5 september og er heiðursrit til hansara.

Ritstjórnað bókina hava Caroline Paulsen og Helgi D. Michelsen. Bókin er 252 síður, í litum og kostar 250 kr í bókabúðunum. ISBN: 978-99918-65-18-8

Símunarbók. Permumyndin er frá fornfrøðiliga útgrevstrinum í kirkjugarðinum á Sandi

Í Símunarbók, sum bókin eitur, eru savnaðar 20 greinar, skrivaðar av føroyskum, norðurlendskum og bretskum høvundum um ymisk fornfrøðilig og søgulig viðurskifti í Føroyum og grannalondunum í víkingaøld og miðøld.

Greinarnar snúgva seg m.a. um matframleiðslu, húsabygging, kirkjur, lýsiframleiðslu, turrfiskaframleiðslu, lógarviðurskifti, sambond millum lond og mangt annað. Eisini verður sagt frá Orminum Langa, fornfrøðiligum útgrevstrum í Vestmanna og í Reynagarði í Havn, skrivar setur.fo.