Símun: - Vit fáa úr at gera

Tað er í kvøld kl.18, at B36 í Gundadali fær vitjan av Linfield úr Belfast í Norðurírlandi. Hetta er fyrsta umfar í Champions League, og eftir 0-0 í fyrra dystinum í Belfast hevur B36 eitt gott útgangsstøði.

 

Vinstri bakkur hjá B36, Símun Joensen, ivast ikki í, at teir fáa ein truplan dyst ímóti Linfield í kvøld. Hann metir tó, at teir skulu vera fegnir um at teir framvegis hava ein møguleika at spæla seg víðari.

 

- Linfield er eitt ógvuliga gott lið, men hatta var okkara góða arbeiði at takka, at vit fingu 0-0 á útivølli. Vit stóðu væl, Meinhardt stóð ein branddyst, Jonas og Odmar tóku sær av øllum í luftrúminum og so vóru vit eisini eitt sindur hepnir. Teir høvdu bóltin nógv, men skaptu ikki teir stóru møguleikarnar, sigur Símun, sum ivast eitt sindur í hvat Linfield fer at leggja fyri dagin.

 

- Teir eru uppsettir í kvøld og hava nakað at prógva. Tað kann eisini vera, at teir hava virðing fyri okkum og ikki tora at leypa á við so nógvum monnum. Teir vita, at tað trupult at skora ímóti okkum, heldur Símun.

 

Hann ivast ikki í, at teir í minsta lagi skulu spæla eins væl, sum teir gjørdu í Belfast, um teir skulu hava møguleika at koma víðari.

 

- Vit fáa úr at gera og hetta verður ein strævin dystur. Tað, sum vit renna okkum í í kvøld, er sera góð mótstøða, staðfestir Símun Joensen.