Símun vildi hava meira

Símun Eliasen hjá ÍF var ikki nøgdur við, at hansara lið hevði fingið javnleik á Toftum sunnudagin.
- Vit fóru á Toftir fyri at vinna dystin, og eg eri ikki nøgdur við, at vit bert fingu javnleik, sigur hann.
- Um vit taka gongdina í øllum dystinum, so var javnleikur eitt hóskandi úrslit. Teir vóru betur stóran part av fyrra hálvleiki, tá vit vóru eitt sindur ótryggir, men í seinna hálvleiki høvdu vit meira spæl og høvdu eisini fleiri kansir at skora.
ÍF hevur nú ein dyst eftir at spæla, og hann verður longu mikukvøldið á Eiði, har toppliðið EB/Streymur tekur ímóti.- Uppgávan er trupul, og á pappírinum eru teir favorittar. Skulu vit hava nakað burturúr, so skulu vit hava ein góðan dag, sigur Símun Eliasen.