Símun vil verða í Íslandi

- Nú havi eg sáttmála til 2008, og hann ætli eg mær at fullføra, sigur 21 ára gamli landsliðsleikarin, Símun Samuelsen, sum til dagligt leikar fyri Keflavík í Íslandi.

Summarið 2005 fekk Símun Samuelsen ein trý ára sáttmála við íslendska felagið Keflavík, og síðan tá hevur gingið framá við skjótari ferð.
Við sínum bert 21 árum er hann fastur maður á Keflavík-liðnum og á føroyska A-landsliðnum. Sterki og kviki vinstravongsleikarin hevur nærum hvørjaferð víst síni evni í landsliðsdystum, og hvør man ikki minnast frálíka mál hansara í landsdystinum ímóti Ísrael í 2005.

Gongur væl
Tað eru ikki bert vit áskoðarar, ið síggja evnini í unga vágbinginum. Hann følir eisini góðu gongdina.
- Her gongur væl. Eg havi fast pláss á liðnum, tað eri eg vísur í, sigur Símun um uppihald sítt í Keflavík.
Góða gongdin fær hann at hyggja fram ímóti nýggjum avbjóðingum, men fyribils følir hann seg í rætta staðnum.
- Nú havi eg sáttmála til 2008, og hann ætli eg mær at fullføra. Vit fáa at síggja hvat stingur seg upp
eftir ta tíð, sigur Símun.

Skal lyfta liðið
Símun skal við sínum liðfeløgum í ár royna at røkka málinum hjá felagnum. Málið er at klára tað betur enn síðsta ár, tá ið felagið endaði á einum 4. plássi í Landsbankadeildini og vann steypakappingina.
- Málið er greitt og einfalt, vit skulu klára okkum betur enn í fjør, sigur ein avgjørdur Símun Samuelsen.
Liðið hjá Keflavík er ikki eins væl mannað í ár, sum tað var undanfarna ár.
- Vit hava mist nakrar leikarar, men eg haldi ikki vit eru eitt veikari lið í ár, heldur Símun.

Familjuna rundan um seg
Símun býr í egnari íbúð í Keflavík, og har trívist hann væl.
- Nú býr familja mín eisini her í Keflavík, so tað er bara deiligt, sigur Símun.
Vinfólk hevði hann ongar trupulleikar við at finna sær, tá ið hann kom sum ungur og ókendur til hetta landið, ið er nógva ferðir størri enn okkara.
- Eg havi nakrar vinmenn í Reykjavík, tó at størri parturin av vinfólkinum er her úr Keflavík, sigur Símun og heldur at enda fram, at hann annars fylgist mest við sínum liðfeløgum.