Símun við skeiva beininum

Óvæntað kendist tað fyri klaksvíkingum kring vøllin, at Símun Joensen, sum stóð stinnur í myndini í Gundadali, ikki var millum teir fyrstu ellivu í Fuglafirði. Hann kom á vøllin, tá ið tað restaði eitt korter. Símun hevðí gott pláss at spæla á, og hann setti dám á - bæði í spælinum og við at skjóta sigursmálið.
- Eg var vónbrotin ikki at fáa pláss millum teir fyrstu ellivu. Tað var gott, at vit fingu sigursmálið. Eg haldi, at vit høvdu tað uppiborið. Tað hevði verið heilt við síðuna av, um vit ikki høvdu fingið øll stigini. Móti B36 kundi eg havt skorað sigursmálið. Tá lá bólturin eitt sindur aftarlaga til høgra beinið, sum eg ikki brúki eins nógv og hitt. Hesa ferð bar til við høgra beininum, staðfestir væl nøgdi 3-2 málskjúttin hjá KÍ.