Símun: Verjuparturin er í lagi

(Frá Rás2) HB hevur enn ikki tapt, og hevur enn ikki latið mál inn í hesum kappingarárinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við roynda HB-spælaran, Símun Samuelsen, sum saman við sínum liðfeløgum fekk eitt stig ímóti ÍF í Fuglafirði aftaná javnleik 0-0.

 

Á jaligu síðuni staðfestir Símun Samuelsen, at teir í HB eru sterkir í verjupartinum. Enn er einki mál latið inn aftaná tveir 0-0 javnleikir og ein 2-0 heimasigur ímóti 07 Vestur.

 

Tó ásannar Símun Samuelsen, at HB má arbeiða við álopspartinum, so fleiri sigrar koma til høldar. Tey fimm stigini HB hevur fingið higartil eru, ið hvussu er verd at byggja á, slær vágbingurin í HB fast.