Símun verður hjálparvenjari

Í gjár gjørdist tað greitt, at Símun Eliasen komandi kappingarár verður leikandi hjálparvenjari hjá barndómsfelagnum ÍF.

Um vikuskiftið fekk ÍF ein týðandi part av sínum leikarahópi til komandi kappingarár upp á pláss, og fleiri av lyklaleikarunum skrivaðu undir nýggjan sáttmála. Ein teirra, Símun Eliasen, skrivaði samstundis undir sum leikandi hjálparvenjari.

Ein góð stamma
Teir spælararnir, sum um vikuskiftið skrivaðu undir við ÍF, eru brøðurnir Símun og Hanus Eliasen, miðvallarin Høgni Zachariassen og verjuleikarin Bartal Eliasen. Sum skilst hevur áhugi verið fyri hesum spælarum úr øðrum feløgum, men teir valdu so allir fýra at halda fram í barndómsfelagnum.
Sum nakað nýtt hevur ÍF komandi kappingarár tveir hjálparvenjarar. Umframt Símun Eliasen er Jón Simonsen settur sum hjálparvenjari, men enn er ikki endaliga avgreitt, hvussu arbeiðsbýti verður teirra millum saman við venjaranum Petur Simonsen.

Ungarskur áleypari skal royndarvenjari
Nú tað er greitt, at Sylla komandi kappingarár ikki verður í Fuglafirði, og at tað er sannlíkt, at Gunnar Nielsen heldur ikki verður við ÍF, leita fuglfirðingar sær eftir álopsstyrki.
Hesin styrkur kemur møguliga úr Ungarn, tí fyrst í komandi ári kemur ein ungarskur áleypari at royndarvenja við fuglfirðingum. Talan er um ein 23 ára gamlan leikara, ið millum annað hevur spælt á ungarska U-21 landsliðnum, og sum hevur spælt í bestu ungarsku deildini.