Í gjárkvøldið spældi íslendska felagið Keflavík dyst í VIVA-steypakappingini, og her gekk sera væl. Keflavík spældi ímóti Víkingi á Laugardalsvøllinum, og Keflavík vann heili 4-0. Keflavík legði seg á odda í 22. minutti, og so hvørt dysturin leið, og Víkingur satsaði meira frameftir, fekk Keflavík fleiri kjansir. Teir skoraðu trý mál afturat seinastu 20 minuttirnar av dystinum. Vágbingurin Símun Samuelsen er ein av spælarunum á liðnum hjá Keflavík, og hann spældi við frá byrjan. Fáar minuttir fyri leiklok varð hann skiftur út.









