Símun átti uppleggið

Týskvøldið fór íslendska landskappingin í heilt stuttan summarsteðg. 11. umfar varð spælt liðugt týskvøldið, tá ið tríggir dystir vóru á skránn1.
Við føroyskum eygum hevði tað serligan áhuga, at Keflavík við Símuni Samuelsen á miðvøllinum í vinstru var í Reykjavík, har teir spældu móti Víkingi.
Keflavík hevði mesta partin av spælinum og bestu møguleikarnar. Men teir megnaðu bara 1-1, og tað vóru teir í Keflavík ikki frítt vónbrotnir av.
Keflavík legði seg á odda tveir minuttir undan steðginum. Guðmundur Steinarsson setti bóltin í málið, eftri at Símun Samuelsen hevði staðið fyri upplegginum. Símun var allar 90 minuttirnar á ytsta miðvallar plássinum í vinstru hjá Keflavík.
Teir í Keflavík hildu eftir 1. hálvleik, at teir áttu at havt verið frammanfyri 3-0. Men teir høvdu bara fingið eitt mál, og tí kostaði tað tvey stig, tá ið Víkingur javnaði til 1-1, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal.
Síðstu tíggju minuttirnar trýsti Keflavík nógv fyri at fáa sigursmálið, men tað eydnaðist teimum ikki.
Sjálvt um tað er steðgur í landskappingini fram til 27. juli, so skal Keflavík aftur í eldin nú sunnudagin. Tá skulu teir í steypakappingini spæla á útivølli í Akranesi.
Í landskappingini er FH oddalið eftir ellivu umfør. Liðið á Hafnafirði hevur 26 stig. Keflavík og Víkingur eru 4. og 5. plássi við 15 stigum.