Símun til Giza Hoyvík

Giza Hoyvík fær nú ein nýggjan mann í venjaratoymið. Felagið kunnger í kvøld, at Símun Eliasen í komandi kappingarári fer at mynda venjaratoymið saman við núverandi venjaranum, Frankie Jensen.


42 ára gamli Símun Eliasen hevur A-venjaraprógv, og hevur hann tað mesta av hesum kappingarárinum staðið á odda fyri besta liðnum hjá ÍF.


- Vit vita við vissu, at hetta er ein kapasitetur, sum kemur at gera seg galdandi komandi ár við sínum mongum royndum. Eg persónliga eri errin yvir, at tað eydnast at draga ein so stóran profil inn at hjálpa Frankie, men tað sigur kanska bara eitt sindur um, tað vit hava gongd í her í Hoyvík. Hesi fólkini trúgva uppá projektið! Tað ger tað ikki verri, at hann eisini byr í Hoyvík, sigur formaðurin í felagnum, Kenneth Hovgaard, við heimasíðuna hjá felagnum.


Giza Hoyvík bleiv í ár nummar fýra í 1. deild.