Keflavík spældi í gjárkvøldið í íslendsku landskappingini, og dysturin endaði við tapi fyri IA av Akranesi, sum hevur ligið illa fyri á stigatalvuni alt kappingarárið. IA skoraði einasta málið, sum kom í dystinum, og tað gjørdu teir eftir ein slakan hálvan tíma. Sigurin hjá IA hevði við sær, at teir nú eru triðniðast í deildini, meðan Keflavík misti næstfremsta plássið til KR, har Rógvi Jacobsen spældi við fyrr í ár. Símun Samuelsen byrjaði inni hjá Keflavík, men hann varð skiftur út í hálvleikssteðginum.
Tíðindi