Tað gekk ikki, sum tað út frá støðutalvuni og avrikunum higartil í ár kundi roknast við, at tað fór at gera, tá ið Keflavík við Símuni Samuelsen á liðnum í kvøld hevði vitjan av Fjölnir, sum er nýtt lið í Landsbankadeildini. Fjölnir vann 2-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-1. Guðmundur Steinarsson legði Keflavík framum eftir hálvan tíma. Upplegginum stóð Símun Samuelsen fyri. Lítla løtu eftir leiðslumálið sá Símun Samuelsen gula kortið. Miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði Símun roynd við høvdinum úr góðari støðu, men bólturin fór omanfyri málið. Tveir minuttir undan steðginum javnaði Fjölnir við brotssparki, og sigursmálið skoraðu teir átta minuttir eftir steðgin við fínum langskoti. Símun Samuelsen varð skiftur út í 82. minutti. Keflavík er framvegis oddalið í Landsbankadeildini, men FH hevur møguleika at vinna oddasessin, tá ið teir á Hafnafirði týskvøldið skulu spæla á útivølli ímóti Vali.