Símun í Túni 50 ár

Í dag, týsdagin 26. oktober, verður Símun í Túni á Toftum 50 ár. Hann hevur í meiri enn eina fjórðingsøld verið trúboðari millum tey innføddu í frumskóginum í Venezuela.

Símun er sonur Maju og Júst í Túni og næstyngstur av átta systkjum. Hann er giftur við Daniu Didriksen úr Runavík, og tey eiga fýra børn: Tamara, sum var liðug í studentaskúlanum í fjør, og sum nú er á háskúla í Danmark, Erik, sum arbeiðir fisk á Toftum, og Stefany og Isabel, sum ganga í Tofta skúla.
Tá ið Símun vaks upp, vóru Toftir - á sama hátt sum bygdin framvegis er tað - útróðrarbygd og fiskivinnubygd, og áhugin fyri seyðahaldi var og er stórur hjá nógvum. Pápin var sjómaður og skipari, og Símun hevði frá barnsbeini av stóran hug at veiða og fáast við seyð og at eygleiða náttúruna á sjógvi og landi. Sum smádrongur og stórur skúladrongur var hann onkran túrin við pápanum, sum førdi Brest og Bein og seinni Sildrekan, sum hann saman við øðrum átti. Áðrenn Símun fór av landinum, var pápin farin at ala síl í Skálafirði og á Oyrabakka, og Símun var ógvuliga áhugaður í øllum, sum hevði stert, og hann nýtti hvørja løtu, sum tað bar til, at hjálpa pápanum.
Yrkisleiðin tóktist sjálvsøgd hjá evnaríka og arbeiðssama dreinginum, men Símun brúkti ikki síni bestu ár í fiskivinnuni og alingini. Tað gjørdi hann ikki, tí hann frá blaðungum av hevði kent eina byrðu fyri teimum úti í stóru verð, ið ongantíð høvdu hoyrt evangeliska boðskapin, sum Símun var uppvaksin við og hevði hoyrt heima við hús, í samkomuni á Toftum og í Zarepta, har áhugin fyri trúboðanini varð kveiktur.
Eftir at hava lokið realprógv á Glyvrum og túrar til skips við Havalduni hjá D. P. Højgaard, sum Daniel Jacob Hansen førdi, fór Símun á heysti í 1971, áðrenn hann hevði fylt seytjan, til USA at fyrireika seg til at verða trúboðari millum teirra, sum gleðiboðskapurin var púra fremmandur fyri. Í 1975 fór hann til Venezuela. Burtursæð frá tíðarbilunum, tá ið hann var heima og helt frí, var hann í frumskóginum inntil á sumri í 2000. Í 1983 giftist hann við Daniu, sum var honum hollur stuðul í frumskóginum, har tey bæði megnaðu at varðveita føroyska samleikan hjá sær og børnunum, samstundis sum áralagið var gott saman við amerikanarum og fólki aðra staðni frá, sum tey arbeiddu saman við.
Símun og familjan trivust ógvuliga væl millum tey innføddu. Eftir at hava lært spanskt, lærdi hann málið og mentanina hjá yanomami ættarbólkinum, sum býr á gróðrarríka háslættanum báðu megin markið millum Venezuela og Brasilia. Hann var við til at menna skriftmálið hjá indianarunum, sum umvegis New Tribes Mission, sum Símun er partur av, hava havt møguleika fyri skúlaskapi.
Í frumskóginum hevur Símun arbeitt eitt nú við heilsurøkt, og tá ið deyðstalið millum tey innføddu tók at falla orsaka av betraðum skúla- og heilsuumstøðum, kendi Símun ábyrgd fyri at læra tey innføddu, sum fóru at fjølgast, hvussu tey kundu fáa meiri av mati. Ikki minst í menningini av støðugari vatnveiting og innlæring av førleikum í sambandi við at leggja matvøruframleiðslu til rættis, komu royndirnar frá uppvøkstrinum á Toftum Símuni til góða.
Fyri okkum, sum hava vitjað í frumskóginum, hevur tað verið eyðsýnt, at Símun hevur tikið tey innføddu at sær, og at tey halda ógvuliga nógv av honum. Tað er heldur ikki ov nógv sagt, at Símun við síni virðiligu og sáttligu framferð og góðu evnum at umgangast fólk hevur vunnið álit hjá venezuelsku myndugleikunum, sum ofta hava vent sær til hansara, tá ið teir í hesum frumskógarøkinum hava havt fyri neyðini at fara undir okkurt átakið, ella tá ið teir eitt nú hava ivast í, hvussu markið móti Brasilia í júst hesum økinum eigur at vera.
Alt annað arbeiði og øll onnur menning hevur havt sum endamál at røkka tey innføddu við gleðiboðskapinum. Símun hevur saman við øðrum verið við til at umseta partar av Skriftini til málið hjá teimum innføddu - hetta fæst hann framvegis við - og hann hevur í mong ár miðvíst lært einstaklingar og flokkar ráð Guds, sum ikki so fá innfødd hava fingið eyguni upp fyri og gleðast í og um.
Hóast Símun bara var knappliga 17 ára gamalur, tá ið hann fór heimanífrá, og hann var burturi og millum fremmand í mong ár, so er hann merkiliga óspiltur føroyingur og toftamaður. Hann hevur altíð gjørt nógv fyri at varðveita sambandið við heimlandið og føðistaðin, sum hann er serliga góður við. Í skiftunum, tá ið hann hevur verið heima, hevur hann hoyggjað og gingið á fjall, sett sildagørn, skotið fugl, róð út og verið til skips, eitt nú við Brimnesi, sum Hans í Norði átti og førdi. Tá ið tað fyri góðum fýra árum síðani varð neyðugt hjá familjuni at flyta aftur til Føroya, fall tað raðið hjá Símuni aftur at fara at fáast við seyð og eplavelting og egning og útróður og landing og at fylgja við í veðri, vindi, streymi og sjóvarfalli samstundis sum hann yvir internetið er við í arbeiðnum í frumskóginum, har hann stundum vitjar í arbeiðsørindum. Í huganum er hann hvønn dag millum tey innføddu, og hann fegnast um, at føroyingar framvegis eru har yviri og luttaka í missiónini í Venezuela.
Símun hevur verið burturstaddur flestu rundu føðingardagarnar. Nú er hann heima á Toftum, og 50 ára dagurin fer at verða hildin á Svangaskarði sunnudagin 31. oktober, har tað frá klokkan fýra seinnapartin verður opið hús.
Góði svágur! Hjartaliga tillukku og takk fyri gott vinarlag og góðar løtur her heima á klettunum, í Keypmannahavn, har tú og seinni tit plagdu at vitja okkum, og fyri ógloymandi ferðina í 1998, tá ið tað bar Sannu, mær og gentunum til at halda jól saman við tykkum í frumskóginum. Jóannes