Síðsta umfar í íslendsku landskappingini, Pepsideildini, varð spælt í vikuskiftinum. Símun Samuelsen og Keflavík høvdu vitjan av ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Keflavík vann 6-1, og Símun Samuelsen, sum var á vøllinum alla tíðina, skoraði tey bæði seinastu heimamálini ? í 82. og 84. minutti.
Enn eina ferð eydnaðist tað FH av Hafnafirði at vinna meistaraheitið. FH vann 51 stig, KR 48, Fylkir 43, Fram og Breiðablik 34 og Keflavík endaði á sætta plássi við 33 stigum. Stjarnan fekk 26 stig, Valur 25, Grindavík og ÍBV 22. Úr bestu deildini fluttu Þróttur við 16 stigum og Fjölnir við 15 stigum.










