Símun stillar ikki uppaftur

Tað er nú greitt, at nýggjur borgarstjóri skal veljast í Nes kommunu.

Heimasíðan hjá Nes kommunu veit at siga, at Símun Johannesen ikki verður millum valevnini, tá ið nýtt bygdaráð skal veljast 13. november. Símun Johannesen hevur verið í bygdaráðnum í tólv ár, og átta tey seinastu árini hevur hann verið formaður. Nú hevur hann gjørt av at gevast í kommunalpolitikki.

Í Nes kommunu er uppstillingin ikki partapolitisk. Símun Johannesen hevur allar tríggjar ferðirnar verið valdur á almenna listanum.