Símun spælur í kvøld

Keflavík, við føroyska landsliðsleikarnum Símuni Samuelsen í hópinum, skal í eldin í kvøld. Teir vitja hjá ÍA, sum liggur á 11. og næst niðasta plássinum í bestu íslendsku deildini. Trý stig er krav hjá Keflavík, um teir ikki skulu missa sambandið við FH, sum vann við tveimum málum móti einum á útivølli móti KR í gjár. Fýra stig skilja tey bæði ovastu liðini í løtuni, men FH hevur spælt ein dyst fleiri. Tí kann munurin minkast niður í eitt stig, og Símun Samuelsen og liðfelagarnir fáa fult í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.15